Fýra eru ársins fyrstuhjálparar

Fýra eru ársins fyrstuhjálparar
Tey góvu manni lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilur kom á staðið
Tey fýra, sum hava fingið heiðurin sum ársins fyrstuhjálparar í 2019
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2020 - 16:32

Tey fýra, Jákup Petur Joensen, Allan Jacobsen, Beinta Virgarsdóttir og Linda Kjærbo-Veyhe, vunnu heiðurin sum ársins fyrstuhjálparar 2019.

Tað kunngjørdi Reyði Krossur á samkomu seinnapartin.  

Tey fingu heiðurin fyri at hava givið manni lívbjargandi fyrstuhjálp, til sjúkrabilur kom á staðið.

Tað var 27. desember í fjør, at ein 53-ára gamal maður fekk ein hjartatilburð í bili sínum í Vági. Tey fýra vóru øll nærindis, og komu beinan vegin manninum til hjálpar.

Hjartasteðg

Tað vísti seg, at maðurin hevði hjartasteðg.

Tey gjørdu skjótt av, fingu mannin úr bilinum, og fóru at veita fyrstuhjálp. Eisini boðaðu tey alarmsentralinum frá og útvegaðu hjartastartara, sum var nærindis

Tey hildu fram, til sjúkrabilurin kom, og Reyði Krossur sigur, at tey fýra helst hava bjargað lívinum á manninum.

Øll tey tilnevndu fingu eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi og blómur frá Betri Trygging, og ársins fyrstihjálpari eisini fekk eina peningaupphædd.

Meira verður at frætta um Ársins fyrstahjálpararar í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386