Ákæruvaldið krevur minst átta ára fongsul

Ákæruvaldið krevur minst átta ára fongsul
Britta Nielsen er ákærd fyri at hava flutt sær sjálvari 117 milliónir kr. úr kassanum hjá danska Sosialstýrinum
 
10.02.2020 - 13:48

Danska ákæruvaldið krevur, at Britta Nielsen verður dømd minst átta ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið 117 milliónir kr. frá Sosialstýrinum.

Hon skal dømast eftir eini grein, sum kann geva upp í 12 ára fongsulsrevsing, sigur ákæruvaldið.

- Talan er um eitt av størstu málunum um svik í donsku søguni, og tí eigur hon at verða dømd í minsta lagi átta ára fongsulsrevsing, segði ákærin, Kia Reumert.

117 mió. kr. í 25 ár

Britta Nielsen er ákærd fyri at hava flutt sær sjálvari tilsamans 117 milliónir kr í 25 ár. Talan var um tilsamans 300 flytingar, stendur í ákæruritinum.

Britta Nielsen hevur viðgingið, at hon hevur flutt sær sjálvari pening, men hon kann ikki siga, hvussu nógvar pengar talan var um.

Undir rættarmálinum er komið fram, at eftirlitið í Sosialstýrinum hevur svikið, men tað eigur ikki at geva linari revsing, sigur ákæruvaldið.

Verjin: Órímiligt

Verjin hjá Brittu Nielsen sigur, at tað ikki er rímiligt at nýta eina grein í revsilógini, sum kann geva upp í12 ára fongsulsrevsing. So nógv kann hon ikki dømast, sigur verjin.

Ein frágreiðing varð løgd fram á seinasta rættarfundinum, sum var fyrrapartin, og har stendur, at Britta Nielsen tekur heilivág fyri hjartað, men at hon annars er væl fyri.

Dómurin verður ætlandi sagdur seinnapartin 18. februar, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634