Vøruprísirnir í Kina hækka nógv

bannari
Vøruprísirnir í Kina hækka nógv
Støðan broytist ikki, fyrr enn tamarhald er fingið á coronavirusinum, siga búskaparfrøðingar
Coronavirusið hevur við, at vøruprísirnir í Kina hækka munandi
 
10.02.2020 - 14:21

Ongantíð seinastu átta árini eru prísirnir á vørum í Kina hækkaðir so nógv sum nú, og orsøkin er coronavirusið.

Landið ætlar um at lata upp fyri at innflyta størri nøgdir av matvørum, upplýsa myndugleikarnir.

Í januar hækkaðu prísirnir á matvørum meir enn 20 prosent, og á svínakjøti er prísurin meir enn tvífaldaður seinasta árið.

Størsta inflatión síðani 2011

Inflatión ger um seg, og hon hevur ikki verið so stór síðani í 2011, sigur greinarin, Lu Ting, í fíggjarhúsinum Nomura.

Búskaparfrøðingar siga, at prísirnir í Kina verða verandi høgir so leing,i sum tamarhald ikki fæst á coronavirusinum.

Lu Ting sigur, at tá støðan er, sum hon er nú, er ikki óvanligt at fólk leggja mat inn undir seg, og tað leggur eisini trýst á prísin.

Kinesiska heilsunevndin sigur í dag, at higartil eru 908 mfólk deyð í Kina av coronavirusinum, og meira enn 40.000 fólk eru sjúk, skriva Ritzau og AFP.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025