Breddin: Bústaðir og útjavning

Breddin: Bústaðir og útjavning
Tvey evni eru í Breddanum seinnapartin
 
11.02.2020 - 11:54

Hvussu skulu Bústaðir skipast í framtíðini?

Spurningurin er vorðin aktuellur, eftir at innlit í eina fyribils niðurstøðu hjá arbeiðsbólkinum undir Almannaráðnum, ið er settur at orða ein nýggjan bústaðarpolitikk, kom undan kavi í farnu viku.

Sambært uppskotinum mælir ein meiriluti í nevdini til, at Bústaðir faa álagt nøkur fíggjarlig krøv, ið javnsetir felagið í kappingini við privat byggifeløg.

Hetta hevur vakt ans í politisku skipanini og almenna kjakinum, og hava fleiri politikarar bæði í samgongu og andstøðu hava funnist at ætlanini, tí tað gongur móti endamálinum hjá almenna bústaðarfelagnum at útvega leigubústaðir til borgarar fyri ein rímiligan kostnað.

Tingfólk koma í útvarpsstovuna at kjakast um evnið.

Útjavningarskipan 

Skulu vit hava eina kommunala útjavningarskipan, ið kann tryggja ein meira støðugan og javnan rakstur av føroysku kommununum?

Tað er ein spurningur, ið hevur spøkt í politisku skipanini í fleiri ár, tó uttan at skiftandi løgting hava gjørt nakað ítøkiligt við málið.

Men nú er málið aftur á skránni, eftir at Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein §52a fyrispurning.

Jóhannis Joensen fer at kjakast við borgarstjórar málið í Breddanum. 

Breddin í útvarpinum eftir tíðindini klokkan 17. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985