Norðhavið framvegis einki fiskiloyvi

Norðhavið framvegis einki fiskiloyvi
Reiðaríið fyrireikar endurgjaldskrav móti Fiskimálaráðnum
Norðhavið er leigað til Karibia, men leigusáttmálin kann sigast upp í ótíð
 
11.02.2020 - 15:33

Hóast søkt varð um fiskiloyvi til Norðhavið fyri góðari viku síðani, hevur skipið eingi loyvi fingið enn.

Reiðarin, Jógvan Martin Ferjá, sigur, at søkt er um øll árini, sum Norðhavið misti, tað er 2016, 2017, 2018 og 2019 og so um 2020.

Vørn sigur, at Vørn kann bara geva fiskiloyvi fyri 2020. Heimild er ikki til annað.

Norðhavið hevur ikki fingið fiskiloyvi enn, tí fiskiloyvi kann bara latast skipum, sum hava galdandi siglingarloyvi frá føroyskum myndugleikum, og slíkt loyvi hevur Norðhavið ikki.

Norðhavið er leigað til Curacao í Karibia.

Vørn sigur eisini, at enn fær eingin loyvi at fiska sild í ár, tí kunngerðin er ikki komin enn.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur givið Norðhavinum sild, makrel og svartkjaft, og loyvi at fiska ídnaðarfisk í Norðsjónum.

Fyrireika endurgjaldskrav

Jógvan Martin Ferjá sigur, at reiðaríið hjá Norðhavinum er í ferð við at gera endurgjaldskrav til Fiskimálaráðið.

Reiðaríið hevur endurgjaldskrav aftur til 7.mars í 2016. Tá misti Norðhavið øll síni rættindi at fiska.

Tað var av órøttum, segði Føroya rættur, sum dømdi Fiskimálaráðið at vera endurgjaldsskyldugt.

Dómurin varð skotin inn fyri Eystara landsrætt, men Jacob Vestergaard hevur tikið málið aftur.Tí er dómurin hjá Føroya rætti endaligur. Norðhavið hevur tí fingið øll síni rættindi at fiska aftur.

Hóast Norðhavið er leigað alt árið, ber til at siga upp leigusáttmálan í ótíð. Uppsagnartíðin er ein mánaður.

Men Jógvan Martin Ferjá sigur, at verður tað gjørt, verður tað ikki fyrr enn í summar.

Hann leggur tó dent á, at enn er ikki avgjørt, hvussu verður við Norðhavinum og rættindunum hjá reiðarínum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525