Kunngerðin skal hava afturvirkandi gildi

Kunngerðin skal hava afturvirkandi gildi
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur, at tað ber til at lata eina kunngerð virka aftureftir, um hon er til frama fyri fólk
Kaj Leo Holm Johannesen ætlar, at kunngerðin skal hava afurvirkandi gildi
 
12.02.2020 - 10:04

Kunngerðin, sum sleppur pápum, ið eru í útbúgving uttanlands, undan at gjalda, tá mamman eigur í Føroyum, skal virka aftureftir, so Niels Rødgaard og Rosa Heinesen sleppa undan at gjalda Landssjúkrahúsinum góðar 26.000 kr., tí hon átti á Landssjúkrahúsinum í oktober í fjør.

Tað ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Hann sigur, at tað ber til at lata eina kunngerð virka aftureftir, um hon er til frama fyri fólk.

Málið verður kannað

Kaj Leo Holm Johannesen sigur tó, at endaliga støðan er ikki tikin enn, tí málið verður framvegis kannað, einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, sigur hann.

Men ætlan hansara er, at Niels Rødgaard og Rosa Heinesen skulu ikki vera fyri vanbýti.

Uppskotið um kunngerð hevur verið til hoyringar, og freistin var úti í gjár.

Kaj Leo Holm Johannesen veit ikki enn, um nakað hoyringarsvar er komið. Hann fer eina ferð í dag at kanna tað og hava fund við síni embætisfólk um kunngerðina.

Reglurnar eru frá 2009

Sambært verandi reglum frá 2009 kann kvinna, sum er í útbúgving uttanlands, eiga í Føroyum ókeypis.

Men vil ein pápi, sum er í útbúgving uttanlands, at barn hansara skal føðast í Føroyum, verður kravt gjald fyri ta tænastuna, um mamman ikki eisini er lesandi.

Hendan støðan kom undan kavi í oktober í fjør, Niels Rødgaard og Rosa Heinesen, sum búgva í Danmark, har hann er í útbúgving, men ikki hon, fingu at vita, at tey skuldu gjalda fyri at eiga sonin, Rana, í Føroyum. 

Tey vóru í skundi komin til Føroya fyri at vera saman við mammu Niels, sum hevði krabbamein, og lá til tað síðsta. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098