Í Kina eru 143 deyð av COVID-19 seinasta samdøgrið

bannari
Í Kina eru 143 deyð av COVID-19 seinasta samdøgrið
Kinesiskir myndugleikar upplýsa, at 139 av teimum deyðu vóru í Hubei-landsLUTINUM
 
15.02.2020 - 14:37

Við dagførdu tølunum í dag eru í minsta lagi 1.523 fólk deyð av smittuni. Men hinvegin vísa tølini eisini, at 7.171 fólk eru vorðin frísk eftir at tey hava fingið COVID-19-virusið.

Heilsumyndugleikarnir í Hubei-landslutinum, har smittan varð staðfest fyrstu ferð í desember, upplýsa, at 2.420 nýggir tilburðir av COVID-19 eru staðfestir. 

Higartil 66.492 fólk smittað

Tilsamans í øllum Kina eru staðfestir 2.641 nýggir tilburðir seinasta samdøgrið. Nú eru 66.492 persónar smittaðir av COVID-19-visurinum í Kina, sigur almenna heilsunevndin í Kina.

COVID-19 er nýtt slag av coronavirusi, og tað hevur breitt seg til meira enn 25 lond eftir at hon varð staðfest í Hubei-landslutinum í desember.

Heimsheilsustovnurin, WHO, fer hetta vikuskiftið undir kanningar í Kina, skrivar Reuters. Ein bólkur av altjóða og kinesiskum granskarum skulu fáa greiðu á, hvussu virusið breiðir seg, og hvussu álvarslig sjúkan er.

 >> SÍ EISINI Coronavirus er nú í Danmark og Svøríki

Granskararnir skulu eisini royna at finna svarið, hvussu og nær meira enn 1.700 heilsustarvsfólk eru smittað, upplýsir WHO.

Fyrsti tilburður av COVID-19 er nú staðfestur í Afrika, og tað er í Egyptalandi, skrivar AFP-tíðindastovan. Fyrsta deyðsfall í Evropa orsakað av COVID-19 er staðfest í Fraklandi.

Amerikanarar flognir heim í morgin

Fyrsti fólkið í Evropa, sum er deytt av sjúkuni, er ein 80 ára gamal kinesiskur ferðamaður, sum er deyður á sjúkrahúsi í Paris. Hann varð fyrr í hesum mánaðinum innlagdur saman við dóttir síni, sum tó ikki er í vanda fyri smittuni longur.

Umborð á ferðamannaskipinum, Diamond Princess, sum liggur avbyrgt út fyri Tokyo í Japan, eru 67 nýggir tilburðir staðfestir,  og sostatt eru nú tilsamans 285 fólk smittað umborð.

AP-tíðindastovan skrivar, at amerikanska sendistovan í Japan hevur sagt, at 380 amerikanskir borgarar, sum eru umborð á skipinum, verða flognir heim í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647