Innflutningurin setti met í fjør

Innflutningurin setti met í fjør
Innflutningurin er nærum tvífaldaður seinastu 10 árini
Innflutningurin vaks 400 milliónir kr. í fjør
 
17.02.2020 - 13:51

Innflutningurin vaks 400 milliónir kr. í fjør, og var tilsamans 8,1 milliard kr. Tað er tað mesta nakrantíð.

Tað er eisini fyrstu ferð, at innflutningurin er meiri enn átta milliardir kr., vísa tøl hjá Hagstovuni.

Í 2009 var innflutningurin 4,2 milliardir kr., so hann er nærum tvífaldaður eftir 10 árum, sæst í uppgerðini. Í 2009 minkaði innflutningurin nógv, av fíggjarkreppuni.

Minni varð innflutt av maskinum og amboðum, og so keyptu vit fyri 150 milliónir kr. minni av brennievni í fjør, enn í 2018.

Í hinum vørubólkunum er vøkstur í innflutninginum. Størsti vøksturin er í tilfari til annan ídnað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444