Kunngerðin um vinnuligar royndir ikki klár enn

Kunngerðin um vinnuligar royndir ikki klár enn
Kanska verður neyðugt at senda hana aftur í Fiskimálaráðið, sigur landsstýrismaðurin
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
 
19.02.2020 - 10:34

Hendan vikan gongur og tað mesta av næstu viku eisini, áðrenn kunngerðin um kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk, verður lýst.

Uppskotið skal viðgerast politiskt fyrst. Tað var á landsstýrisfundi í gjár. Men politiska viðgerðin er ikki liðug.

Uppskotið hevur verið í Fiskivinnuráðnum, sum tó ongar viðmerkingar hevði um innihaldið.

Verða stórar broytingar gjørdar nú, verður helst neyðugt at senda uppskotið aftur í Fiskivinnuráðið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Hevur skund

Kunngerðin hevur eisini skund, tí hon umfatar nógvan svartkjaft, og svartskjaftsvertíðin er byrjað.

Men kunngerðin má eisini bíða eftir kunngerðini um norðhavssild, sum ikki er lýst enn. 

Tí 8,7 prosent av norðhavssildarkvotuni skulu brúkast til vinnuligar royndir og verkætlanir, sum hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í at gagnnýta uppsjóvarfisk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342