Grein 25-nevnd skal viðgera stýrisskipanarlógina

Grein 25-nevnd skal viðgera stýrisskipanarlógina
Grein 25-nevnd situr, til hon hevur avgreitt setningin og í longsta lagi, til tingsetan endar á ólavsøku
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.02.2020 - 09:06

Á næsta tingfundi, sum verður mikudagin í næstu viku, skulu tingfólk atkvøða um at seta eina grein 25 nevnd at viðgera uppskotið um at broyta stýrisskipanarlógina.

Í einari grein 25 nevnd plaga at vera fólk úr øllum flokkum í løgtinginum. 

Nevndir, sum verða settar eftir grein 25 í tingskipanini, sita til nevndin hevur avgreitt setning sín og í longsta lagi til tingsetan endar á ólavsøku.

Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk.

Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.

Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna. 

Tingkvinnurnar Ingilín Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi mæla til at broyta stýriskipanarlógina hesum víðvíkjandi.

Løgmaður vil hava fleiri broytingar

Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at øll stýrisskipanarlógin skal endurskoðast í staðin fyri at gera einstakar broytingar í henni. 

- Umframt spurningin um almennu heitini í lógini skulu broytast, er neyðugt at dagføra ásetingarnar um fíggjarmál, og støða skal eisini takast til partin, sum ásetur, at millumtjóða sáttmálar altíð eru oman fyri føroyska lóggávu, sigur løgmaður.

- Stýrisskipanarlógin er oman fyri aðra lóggávu, og tí eiga allar broytingar í lógini at hava breiða politiska undirtøku. Eg fari tí at heita á allar flokkar um at seta seg saman fyri at seta út í kortið, hvussu vit kunnu skipa arbeiðið við at endurskoða stýrisskipanarlógina, sigur løgmaður. 

Lógin er frá 1994

Stýrisskipanarlógin er frá 1994, og hon er at kalla ikki broytt síðani. 

At broyta stýriskipanarlógina er ikki bara sum at siga tað. Broytingin skal fyrst samtykkjast í einum valskeiði.

Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí nývalda tinginum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161