Hasfjord komin á Havnina

Hasfjord komin á Havnina
Farmaferjan verður ikki sett í sigling, fyrr enn sáttmálviðurskiftini fyri manningina eru greið
Hasfjord er komin, men ógreitt er, nær hon verður sett í sigling
 
20.02.2020 - 14:07

Farmaferjan Hasfjord, sum Strandferðslan hevur keypt úr Noregi, kom á Havnina seinnapartin, men enn er ógreitt, nær hon verður sett í sigling.

Ætlanin er, at Hasfjord skal brúkast til farmaflutning um Skopunarfjørð.

Skipið varð keypt hálvan desember í fjør, og keypsprisurin var 10 milliónir kr.

Hasfjord er síðani umvælt á Slipen verksted í Sandnessjøen. 

Farmaferjan er bygd í Noregi, og hon tekur eisini 12 ferðafólk. Hasfjord er umleið 41 metrar long. Ternan er eisini 41 metrar long

Hasfjord varðveitir navnið, nú skipið er vorðið føroyskt.

Ósemja hevur tikið seg upp millum Skipara- og navigatørfelagið og Strandferðsluna um sáttmálaviðurskiftini fyri manningina á Hasfjord, og FSN hevur noktað limum sínum at mynstra við skipinum, fyrr enn sáttmálaviðurskiftini eru í lagi.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað er ein avgreiðsluspurningur at fáa sáttmálaviðurskiftini í rættlag, og Hasfjord fer ikki sigling, fyrr enn tey eru greið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026