Corona útsetir fólkakongressina í Kina

bannari
Corona útsetir fólkakongressina í Kina
Ringt tekin at senda umheiminum, um tinglimirnir møta við masku, heldur stýrið í Beijing
 
25.02.2020 - 10:40

Fyri fyrstu ferð í fleiri áratíggju er árliga fólkakongressin í Kina útsett. Orsøkin er coronavirusið.

Fólkakongressin, tað er dagurin tá tjóðartingið kemur saman aftur, skuldi verið sett 5. mars. Vanligt er, at tjóðartingið er saman í 10 dagar.

Ikki færri enn 2970 fólk, flestu teirra úr kommunistaflokkinum, manna fólkakongressina. Men útbreiðslan av coronavirusinum ger, at fólkakongressin er fyribils útsett.

Skuldi kongressin verið sett, so høvdu limirnir møtt í masku, og tað hevði verið eitt vánaligt tekin at sent umheiminum, heldur stýrið í Beijing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923