Coronasmitta staðfest í Tenerifa

bannari
Coronasmitta staðfest í Tenerifa
Meira enn túsund ferðafólk eru avbyrgd á einum gistingarhúsi í býnum Adeje
 
25.02.2020 - 09:39

Trý donsk ferðafólk í Tenerifa eru koyrd í karantenu, tí stúrt verður fyri corona-smittuni, skrivar danska TV2

Donsku ferðafólkini eru saman við 1.000 øðrum ferðafólkum avbyrgd í einum gistingarhúsi í býnum Adeje í landsynningspartinum av Tenerifa, eftir at staðfest varð, at eitt ferðafólk  úr Italia er smittað við COVID-19.

Hann hevði fepur í fleiri dagar, og sunnudagin vendi hann sær til lækna. Tá varð staðfest, at hann hevði COVID-19-virusið.

Nú er maðurin, sum sjálvur er lækni, lagdur inn á sjúkrahús í Tenerifa, skrivar TV2. Tilsamans átta norðurlendskir gestir eru á gistingarhúsinum í Adeje, sviar, finnlendingar og danir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025