Dømdir í størsta rúsevnismáli í Íslandi

Dømdir í størsta rúsevnismáli í Íslandi
Tríggir menn er dømdir fyri at hava smuglað kokain úr Týsklandi í fjør
Menninir skuldu fáa 50.000 kr. í part fyri hvørt kilo av kokaini, sum teir smuglaðu
 
25.02.2020 - 10:25

Í Íslandi eru tríggir menn dømdir í størsta rúsevnismáli í søgu Íslands. 

Teir fingu úr seks upp í sjey ára fongsulsrevsing. 

Menninir eru dømdir fyri at hava smuglað 16 kilo av kokaini til Íslands úr Týsklandi í mai í fjør. 

Ein av monnunum varð dømdur fyri at hava skipað fyri smuglingini, og hinir báðir fyri at hava smuglað.

50.000 kr. fyri kilo

Teir báðir menninir greiddu í rættinum í gjár frá, at teir hildu seg bara skula smugla 3-4 kilo av rúsevnum í part, og at teir fingu 50.000 krónur í part fyri hvørt kilo, sum teir smuglaðu.

Annar teirra varð steðgaður á flogvøllinum í Keflavík við átta kilo av kokaini í taskuni.

Og løgreglan í Frankfurt fann taskuna hjá hinum mannin. Hon stóð eftir í floghavnini.

Triði maðurin, sum samskipaði smuglingina, noktaði seg sekan. 

Hetta er størsta nøgd av kokaini, sum íslendska løgreglan hevur lagt hald á í einum, skrivar íslendska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860