Hasfjord fer nú í royndarsigling

Hasfjord fer nú í royndarsigling
Manningin verður lønt í sama flokki sum manningin á Teistanum
 
25.02.2020 - 09:14

Sáttmálaviðurskiftini hjá manningini umborð á Hasfjord eru nú komin í rættlag.

Tað upplýsir Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini. 

Nýggjasta skipið í flotanum hjá Strandferðsluni er flokkað sum Teistin, og manningin verður lønt samsvarandi hesi flokking.

Hasfjord kom á Havnina úr Noregi hósdagin. Í løtuni verða smærri umvælingar og ábøtur gjørdar á skipið á skipasmiðuni Mest, og tað arbeiðið verður liðugt fyrsta dagin, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.

Eisini verður trygdarsýn gjørt á Hasfjord í dag.

Royndarsigling

Stjórin á Strandferðsluni upplýsir, at fyrstu dagarnar fer Hasfjord í royndarsigling, soleiðis at manningin fær eina greiðari fatan av, hvussu skipið roynist, eitt nú tá tað skal leggja at.

- Eftir royndarsiglingina fara vit at leggja ferðaætlanina fyri Hasfjord, sigur Hilmar Eliasen.

Hasfjord er fyrst og fremst ætlaður at sigla við tungum akførum og farmi um Skopunarfjørð. Skipið tekur eisini 12 ferðafólk. 

Skipið er bygt í Noregi í 1975, tað er góðar 40 metrar langt og kostaði 10 milliónir kr. at keypa.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037