Semingsmenninir hitta KAF og heilsuhjálparar í dag

Semingsmenninir hitta KAF og heilsuhjálparar í dag
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava handað hvør øðrum krøv
Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen eru semingsmenn
 
25.02.2020 - 10:05

Seinnapartin í dag fara semingsmenninir at tosa við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið. 

Partarnir hava samráðst um nýggjan sáttmála síðani oktober í fjør.

Men fríggjadagin helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið, at ov langt var millum partarnar til, at teir megnaðu at finna semju sjálvir, hóast átta samráðingarfundir hava verið. Felagið vildi tí hava Semingsstovnin uppí.

KAF og Maskinmeistarafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið handaðu hvør øðrum sáttmálakrøv í gjár.

Sáttmálin, ið fevnir um maskinmeistarar í starvi hjá SEV og IRF, fór úr gildi 1. oktober í fjør.

Samráðingarleiðari hjá Maskinmeistarafelagnum er Ólavur Gunnarsson, formaður, og hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er Anita Fuglø samráðingarleiðari

Partarnir fara nú hvør í sínum lagi at viðgera krøvini, og teir hittast aftur 11. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655