Fyrsti fundur um samstarv við Novo Nordisk

Fyrsti fundur um samstarv við Novo Nordisk
Stýrisbólkurin og verkætlanarbólkurin hava fund fríggjadagin, um hvussu samstarvið um diabetes-viðgerð kann skipast
Ein tilráðing skal gerast um samstarv millum Novo Nordisk og heilsuverkið
 
26.02.2020 - 11:46

Fríggjadagin verður fyrsti fundur millum tey, sum skulu koma við tilmæli um, hvussu samstarvast skal við Novo Nordisk Grunnin um diabetes-viðgerðina her á landi.

Heilsumálaráðið hevur sett ein stýrisbólk og ein verkætlanarbólk at standa fyri arbeiðinum, og tað eru hesir bólkar, ið skulu hava fyrsta fundin fríggjadagin.

Síðst í oktober mánaði hevði Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fund við Novo Nordisk Grunnin um, hvussu eitt samstarv millum grunnin og føroyska heilsuverkið kann skipast. Tað er hesa tilráðing, stýrisbólkurin og verkætlanarbólkurin skulu gera.

Fimm diabetes-miðstøðir í Danmark

Í Danmark eru fimm STENO diabetes-miðstøðir skipaðar í einum samstarvi millum Novo Nordisk Grunnin og sjúkrahús-regiónirnar.

Endamálið við miðstøðunum er at skapa fortreytir fyri at avmarka talið av teimum, ið fáa diabetes, og at bøta um lívgóðsku og lívslongd hjá teimum, ið hava sjúkuna.

Umframt fyribyrging og betri viðgerð, er gransking og undirvísing eisini týðandi táttur í arbeiðinum á diabetes-miðstøðunum í Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424