Breddin: Skattað fiskiloyvi og heitar hendur

Breddin: Skattað fiskiloyvi og heitar hendur
Fakfelagsforkvinnur koma í útvarpsstovuna at skifta orð um tørvin á starvsfólki í heilsu- og umsorganartænastuni
 
27.02.2020 - 11:35

Trý evni eru á skránni í Breddanum í útvarpinum í dag.

Landsstýrið situr í løtuni og orðar eitt uppskot, ið skal staðfesta, hvussu fiskiloyvi kunnu skattast, tá tey verða seld. Men hvussu kunnu fiskiloyvi virðismetast?

Heitar hendur

Tørvur er á heitum hondum, og stórur tørvur er á starvsfólki í heilsu- og umsorganartænastuni. Fakfelagsforkvinnur koma í útvarpsstovuna at tosa um trupulleikan.

Evropa og verja

Evropa skal nú hugsa um at verja seg sjálvt, tí eingin annar ger tað fyri okkum. Tað sigur Peter Wivel, greinari og fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóri á m.a Weekenavisen og Berlingske.

Breddin kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723