Coronavirus eisini staðfest í Noregi

bannari
Coronavirus eisini staðfest í Noregi
Heilsumyndugleikarnir siga, at fjórðahvørt fólk í landinum kann verða smittað
Bjørn Guldvog, stjóri í norska heilsustýrinum, sigur, at fjórðahvørt fólk í Noregi kann verða smittað við COVID-19
 
27.02.2020 - 11:14

Fyrsti tilburðurin av COVID-19 virusinum varð eisini staðfestur í Noreg í gjár, og landið er farið undir at fyrireika seg til støðuna. Fleiri onnur eru avbyrgd, tí illgruni er um virusið, og í Oslo eru 50 fólk avbyrgd.

Ein kvinna, sum kom heim úr Kina, hevur fingið staðfest sjúkuna.

Norska heilsustýrið sigur seg hava fingið boð um at fyrireika seg til at fjórðahvørt fólk í Noreig kann verða smittað, og tá er talan um millum 160.000 og 280.000 fólk.

Setur stór krøv

Tað setur stór krøv til heilsuverkið og tilbúgvingina í landinum, sigur stjórin í heilsustýrinum, Bjørn Guldvog, við NRK. Hann sigur, at átøk verða sett í verk, so hvørt sum støðan broytinst.

Tað er ikki óvist, at skúlar og barnagarðar verða stongdir, tí ofta eru børn smittuberi, tá slíkar sjúkur ganga. Og óvist er heldur ikki, at fólk fara at fáa boð um ikki at koma saman til tiltøk fyri at forða smittuni  at breiða seg.

Bjørn Guldvog sigur, at tað var væntandi, at COVID-19 virusið fór at koma til Noregs, eftir at virusið nú er staðfest í 49 londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634