BRÁÐTÍÐINDI: Kannaðu fólkini eru avbyrgd

bannari
BRÁÐTÍÐINDI: Kannaðu fólkini eru avbyrgd
Royndirnar av fólkunum eru sendar til Danmarkar, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan viðger eisini royndirnar
Shahin Gaini, serlækni í infeksjónssjúkum
 
28.02.2020 - 16:36

Tveir føroyingar eru avbyrgdir í egnum heimi, meðan bíðað verður eftir úrslitinum av kanningum, sum skulu staðfesta, um fólkini eru smittað við corona-virusi ella ikki. 

Shahin Gaïni, serlækni, sigur, at royndirnar av  fólkunum er sendar til Danmarkar. Úrslitið verður helst ikki greitt, fyrr enn í morgin.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini kannað royndirnar av fólkunum, og úrslitið haðani verður væntandi greitt í kvøld.

Shahin Gaïni sigur, at bæði fólkini hava verið uttanlands, men sannlíkindini fyri, at fólkini hava fingið corona-smittuna, er lítil, tí tey hava ikki verið í londum, har virusið hevur gjørt nógv um seg.

Fólkini eru avbyrgd við hús, men tey liva væl eftir umstøðunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329