SEV: Streymurin í Hvalba kemur helst aftur skjótt

SEV: Streymurin í Hvalba kemur helst aftur skjótt
Áðrenn nakrir tímar eru farnir væntar SEV, at flest øll hús í Hvalba hava eitt sindur av streymi, tó tey ikki fara at fáa vanliga streymin aftur enn
Illveðrið hevur rættiliga gjørt um seg í Hvalba, har stórir skaðar hava verið
Mynd: Lesaramynd: Rúni Thomsen  
 
01.03.2020 - 12:57

Síðani umleið klokkan 15 í gjár hava Hvalba, Sandvík og Nes ongan streym havt. Í pørtum av Hvalba og Sandvík er streymurin komin aftur, tó at fleiri hús framvegis liggja í streymloysi. 

SEV sigur í dag, at fleiri neyðsynjar aggregat eru farin til Suðuroynna við Smyrli í dag, og tey verða so sett upp í bygdunum, so at øll hús fáa eitt sindur av streymi.

 >> SÍ EISINI  – Sitið uttan streym í eitt samdøgur

Samstundis eru fólk í fjøllunum og hyggja eftir kaðalinum, sum hevur fingið brek. Enn er óvist, um SEV megnar at umvæla kaðalin, tá ið veðrið framvegis er ringt, ella um tað má bíða til veðrið verður frægari. 

Ì gjárkvøldið fór streymurin í bygdunum norðan fyri Klaksvíkina í nakrar tímar. Annars hevur SEV ikki havt trupulleikar av illveðrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523