Corona: Olympisku summarleikirnir í vanda

bannari
Corona: Olympisku summarleikirnir í vanda
Neyðugt verður kanska at útseta leikirnir til seinni í ár, sigur japanska stjórnin í dag
 
03.03.2020 - 14:57

Kanska verður neyðugt at útseta olympisku summarleikirnar í Japan til seinni í ár, nú coronavirusið herjar.

Tað upplýsti japanski OL-málaráðharrin, Seiko Hashimoto, í dag.

Men megnar Japan ikki at halda olympisku leikirnar í 2020, missir landið rættin til skipa fyri OL. 

Í sáttmálanum millum japonsku stjórnina, OL-nevndina og altjóða olympiska felagsskapin, IOC, stendur, at Japan missir rættin til at skipa fyri OL, um leikirnir ikki verða hildnir í 2020.

Møguleiki at útseta

- Hetta gevur sostatt møguleika til at útseta leikirnir til seint í ár, sigur Seiko Hashimoto.

Sambært henni, verður støða tikin til tað í mai.

Væntandi fara 11.000 ítróttarfólk at koma til leikirnar, og tíggju-túsundatals áskoðarar.

32. olympisku summarleikirnir byrja eftir ætlan 24. juli, og vara til 9. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938