Oljutangaskip sigldi á aliringar í Vági

Oljutangaskip sigldi á aliringar í Vági
Bakkafrost fer at reisa stórt endurgjaldskrav, hóast eingin fiskur var í ringunum
Oljutangaskipið Bothnia sigldi á aliringar á Vágsfirði í morgun
 
03.03.2020 - 13:24

Á veg inn á Vágsfjørð um sjey tíðina í morgun, sigldi oljutangaskipið Bothnia beint inn í aliøkið hjá Bakkafrosti. 

Eingin fiskur var í aliringunum.

Bothnia, sum siglir undir gibraltiskum flaggi, kom úr Hamburg og skuldi inn á Vág. Sambært MarineTraffic, sigldi skipið við 10,5 míla ferð, tá tað sigldi á aliringarnar.

Løgreglan kannar málið, og hevur staðfest, at skiparin  var ikki ávirkaður av rúsdrekka.

Loðsur var ikki umborð á Bothniu, tá óhappið hendi. Sambært lógini um loðsskyldu, skulu olju-, gass- og kemikaliuskip hava loðs umborð, tá tey sigla inn í føroyska havn. 

Nú verða avhoyringar gjørdar í málinum. 

Ringarnir væl merktir

Stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, sigur, at aliringarnir eru væl merktur á sjókortinum, og hava  bæði radarrefleks og blunkljós. 

Bakkafrost hevur ikki yvirlit yvir skaðan enn, men fyritøkan fer at reisa endurgjald móti reiðarínum. 

Kravið verður fleiri milliónir, tí eingin laksur var í ringunum. Um fiskur hevði verið í ringunum, hevði talan verið um nógvar tíggjutals milliónir í endurgjaldskravi, sigur Regin Jacobsen.

Enn er ógreitt, um sjófrágreiðing verður í málinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860