SAS gevst at flúgva til Norðuritalia

bannari
SAS gevst at flúgva til Norðuritalia
Avlýsingarnar eru galdandi fyribils til 16. mars
 
03.03.2020 - 15:41

SAS hevur gjørt av at gevast við flúgvingini til Norðuritalia. Orsøkin er støðan við coronavirusi.

Avlýsingarnar eru galdandi fyribils til 16. mars.

SAS sigur, at ferðafólk, sum hava keypt ferðaseðil, hava møguleika at fáa peningin aftur.

Fyrr í dag boðaði SAS frá, at felagið gevst at flúgva til Hongkong fyribils.Frammanundan hevur felagið avlýst alla flúgving til floghavnir á meginlandinum í Kina.

Italia er tað landið í Evropa, sum er meinast rakt av corona.

Danska uttanríkisráðið mælir nú øllum frá at fara til fýra landspartar har norðuri í Italia. Teir eru Emilia-Romagna, Lombardíið, Piemonte og Veneto.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541