Biden á odda

Biden á odda
Uppstillingarval vóru í 14 amerikanskum statum í gjár, og Joe Biden vann í níggju statum
Joe Biden vann í níggju av 14 statum, har uppstillingarval vóru í gjár
 
04.03.2020 - 09:31

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, stóð seg væl í undanvalunum, sum vóru í 14 statum í gjár. Hann vann í níggju statum, og liggur klárt á odda í royndini at gerast forsetavalevni hjá demokratunum.

Tann einasti, sum tykist at kunna bjóða honum av, er Bernie Sanders, sum vann valið í trimum statum, m.a. í Kalifornia.

Tað verður framvegis talt upp eftir valið í gjár. Seinastu metingarnar siga, at Joe Biden vann í níggju av statunum, og hevur 448 valfólk. Bernie Sanders hevur vunnið 376 valfólk. Hann vann í trimum statum, m.a. í California. Men úrslitið var ikki so gott, sum meiningakanningarnar vístu.

Síðani er langt niður til hini. Elisabeth Warren hevur fingið 48 valfólk og ríkmaðurin, Michael Bloomberg, hevur fingið 43 valfólk.

Brúkt hálva aðru mia. til valstríð

Tíðindastovur skriva, at Bloomberg nýtti 1,5 milliardir kr. til lýsingar upp undir valini í gjár, og hóast tað, vann hann bert í Amerikansk Samoa. Tíðindastovurnar skriva, at Michael Bloomberg nú umhugsar at gevast við royndini at gerast valevni hjá demokratunum. 

Eftir valini í gjár er greitt, at eingin kom frá valinum sum greiður vinnari, men Joe Biden og Bernie Sanders liggja best fyri.

Joe Biden hevði gott val, og vann í fleiri av suðurstatunum, har nógv litt og eldri fólk valdu hann.

Seinastu tíðina hevur gingið betur hjá honum, tí leygardagin vann hann valið í South Carolina. Um vikuskiftið gjørdu bæði Amy Kloubuchar og Pete Buttigieg at gevast við royndini at gerast forsetavalevni, og tey góvu Joe Biden sín stuðul.

Valevnini skulu hava 1991 valfólk fyri at gerast valevni hjá demokratunum, og fyri at stilla upp ímóti Donald Trump, forseta, á valinum í november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777