Breddin: Corona og uppstillingarval

Breddin: Corona og uppstillingarval
Tvey evni vera í Breddanum í dag
 
04.03.2020 - 13:06

Corona-virusið er nú staðfest í Føroyum, og fýra fólk eru avbyrgd í egnum heimi, til tað er staðfest, at tey eru frísk. Ein føroyingur, ið kom aftur til Føroya úr Paris 24. februar, ið er smittaður. Hann fekk sjúkueyðkenni 29. februar.

Kannað verður nú, hvønn viðkomandi føroyingur hevur verið í sambandi við.

Og sambært Lars F. Møller, landslækna, er tað ikki óhugsandi, at kanningararbeiðið hevur við sær, at fleiri føroyingar verða avbyrgdir.

Landslæknin og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, verða gestir í útvarpsstovuni.

Uppstillingarval í USA

Joe Biden vann átta av teimum 12 statunum, ið atkvøddu á Super Tuesday. Sostatt er hann nú greiður favorittur at gerast næsta forsetavalevnið hjá demokratunum.

Men hvat er tað fyri eitt valevni og politikkur, ið amerikanarar fáa við Joe Biden? Millum annað tann spurningin seta við Regin Winther Poulsen, sum er politiskur viðmerkjari.

Breddin í útvarpinum kl. 17.05

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655