Millum 15 og 20 fólk í sóttarhaldi

bannari
Millum 15 og 20 fólk í sóttarhaldi
Fólk, sum hava havt beinleiðis samband við føroyingin, ið hevur corona COVID-19 smittuna, hava fingið boð frá Landslæknanum, um at halda seg heima
Lars Fodgaard Møller er landslækni í Føroyum
 
04.03.2020 - 20:35

Landslæknin hevur í dag arbeitt við at fáa greiði á, hvørjum føroyingurin, ið er smittaður við corona COVID-19 virusinum, hevur verið í beinleiðis sambandi við seinastu dagarnar.

Talan er um millum 15 og 20 fólk, og hesi hava fingið boð um, at tey skulu vera í sóttarhaldi heima til tey fáa nærri boð frá Landslæknaembætinum.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at hann seinni í kvøld fer at gjøgnumganga listan av nýggjum, og tá kann vera, at nøkur av fólkunum verða leysgivin frá sóttarhaldinum.

 >> SÍ EISINI BRÁÐTÍÐINDI: Corona-smittan staðfest í Føroyum

Tað var í morgun, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, boðaði frá, at fyrsti føroyingurin er smittaður við corona COVID-19. Tann smittaði hevur tað gott. Hann kennir seg, sum hevur hann vanligt krím.

Konan og børnini hjá tí smittaða eru í dag kannað fyri corona COVID-19, men landslæknin sigur seg ikki hava frætt nakað um, at tey eru smittað, og at tað eru góð tíðindi.

Hósmorgunin verður nærri kunning løgd á heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum um corona-smittuna í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751