Reisa húsini aftur í upprunaligum líki

Reisa húsini aftur í upprunaligum líki
Tvær íbúðir og handilshøli verða í húsunum við Áarvegin, sum verða bygd uppaftur í summar
Í sambandi við, at húsini verða tikin niður, verður Áarvegurin stongdur í morgin ári
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.03.2020 - 14:00

Húsini hjá Per Højgaard, sála, á Áarvegnum í Havn, verða nú tikin niður, men ætlanin er at byggja tey uppaftur, so tey líkjast upprunaliga húsunum, tó í einari hædd aftrat, skrivar vp.fo

Sí myndirnar niðan fyri her

Partafelagið Katrina Christiansen hevur keypt húsini, og bara tann parturin av grundini, sum vendir móti Áarvegnum, verður standandi eftir.

Tummas Justinussen, stjóri í felagnum, sigur við Kringvarpið, at húsini, sum verða sett á grundina, verða gjørd úr elementum, og tey verða eftir ætlan sett upp tíðliga í summar.

Tvær íbúðir

Síðani verða húsini innrættað. Í erva vera tvær íbúðir, sum vera 60 fermetrar hvør, og í neðra vera handilshøli.

Eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt til jólar, sigur Tummas Justinussen.

Í sambandi við, at húsini verða tikin niður, verður Áarvegurin stongdur fyri allari ferðslu í morgin, frá klokkan sjey á morgni til á midnátt í annaðkvøld, frá Vaglinum og oman til Havnargøtu.

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392