BRÁÐTÍÐINDI: Danmark stongir

bannari
BRÁÐTÍÐINDI: Danmark stongir
Tiltøkini í Danmark verða munandi herd. Skúlar og dagstovnar stongja og nógv starvsfólk í tí almenna verða send til hús
 
11.03.2020 - 19:44

- Danmark hevur flutt seg til næstu fasuna viðvíkjandi coronasmittuni, tí danir nú smitta hvønn annan og smittan kemur ikki longur bert frá teimum, sum hava verið uttanlands, segði Mette Fredriksen á tíðindafundi fyri løtu síðan.

Danski forsætismálaráðharrin, Mette Fredriksen, kunngjørdi á tíðindafundinum, at tey fara at stongja skúlar og dagstovnar og øll innandura tilboð so sum bókasøvn í tvær vikur. 

Og øll starvsfólk í tí almenna, sum ikki hava eina kritiska funktión, so sum starvsfólk á sjúkrahúsum, løgregla og líknandi, skulu arbeiða heimífrá. 

- Tiltøkini, sum nú verða sett í verk, fara at ávirka allar borgarar í landinum, segði Mette Fredriksen á tíðindafundinum fyri løtu síðan.

Sjúkrahúsini mangla resperatorar og starvsfólk, og 514 danir eru smittaðir av corona, kunngjørdi Mette Fredriksen. 

- Vit mugu standa saman við at halda okkum burtur frá hvørjum øðrum, segði Mette Fredriksen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053