Faðirskapur og pensjónir í tinginum í dag

Faðirskapur og pensjónir í tinginum í dag
Tingfundur verður klokkan 10
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2020 - 09:36

Løgtingsfundur verður í dag, og seks mál eru á skránni.

Millum annað verður 3. viðgerð av einum uppskoti um at skipa soleiðis fyri, at tað ikki longur verður eitt krav at møta persónliga á Familjufyrisitingini at vátta faðirskapin at einum barni, um foreldrini ikki eru gift.

Í staðin skal  faðirskapurin í framtíðini váttast skrivliga fyri Familjufyrisitingini við at útfylla eitt oyðublað á heimasíðuni hjá stovninum, og síðani senda tað til Familjufyrisitingina. Uppskotið varð einmælt samtykt við aðru viðgerð. 

Javnseta kvinnur og menn

Løgtingið fer í dag eisini at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti hjá Tjóðveldi um at heita á løgtingið um at javnseta kvinnur og menn, tá umræður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum. Sagt verður í viðmerkingunum, at vit hava javnstøðulóg í Føroyum, ið ásetur, at tað er ikki loyvt - hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis -  at gera mismun á fólki. 

Kortini hevur siðvenjan á tryggingar- og pensjónsøkinum ikki verið at taka fult atlit at javnstøðulógini. Víst verður millum annað á, at gjalda kvinna og maður somu upphædd inn til pensjón, sum er tengd at lívrentutrygging við útgjald, so fær maðurin um 13 prosent størri mánaðarligt pensjónsútgjald.

Uppskot til samtyktar

Javnaðarflokkurin hevur eisini lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um júst lívrentuna, sum fær fyrstu viðgerð í dag.

Sagt verur í viðmerkingunum, at tryggingarfeløgini rokna í dag mánaðarliga útgjaldið fyri lívrentu eftir miðallivialdri. Men í staðin fyri enn at hyggja at miðallivialdrinum hjá fólki sum heild, verður munur gjørdur á kyninum.

Kvinnur liva í miðal longur enn menn, og tí fær kvinnan eitt mánaðarligt útgjald, sum er 13 prosent lægri enn maðurin, hóast bæði hava sett somu upphædd inn. Hetta skal broytast, heldur Javnaðarflokkurin á løgtingi. 

Tingfundurin byrjar klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933