Heita á barrir og náttklubbar um at stongja

bannari
Heita á barrir og náttklubbar um at stongja
Danski forsætisráðharrin heitir á barrir og náttklubbar um at stongja komandi tvær vikurnar
 
11.03.2020 - 20:10

Danskir mynduleikar mæla nú frá at tiltøk við fleiri enn 100 luttakarum verða hildin. Á tíðindafundi fyri løtu síðan varð kunngjørt, at talið av coronasmittaðum er tíggjufaldað síðan mánadagin.

Nú hava 514 danir fingið staðfest smittuna, og tí verða tiltøkini herd mundandi. Forsætisráðharrin kom við eini áheitan um, at avlýsa alt virksemi, sum savnar nógv fólk.

Forsætisráðharrin heitti á náttklubbar og barrir um at stongja fyri at fyribyrgja smittuni. Skúlar, dagstovnar og øll almenn innandura tilboð stongja næstu tvær vikurnar.

Øll starvsfólk í tí almenna, sum ikki varða av eini kritiskari funktión, verða send heim í tvær vikur. Heitt verður á privatar arbeiðsgevarar um at gera tað sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541