Fólkaskúlin letur aftur

bannari
Fólkaskúlin letur aftur
Næmingar skulu vera við hús skjótast til ber, og í seinasta lagi mánadagin
Fólkaskúlin letur aftur í 14 dagar
 
12.03.2020 - 14:51

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber, og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.

Landsstýrismaðurn sigur, at í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing.

Yngstu næmingarnir fáa skúlatilboð

- Skúlarnir og frítíðarskúlarnir hava tí opið fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna, sigur Jenis av Rana.

Harafturat fara skúlaleiðslurnar at seta fyriskipanir í verk, so undirvísingin við tøkniligum hentleikum kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Hetta er serliga galdandi fyri hádeildina og tey, sum skulu til próvtøku, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595