Havnirnar í Havn eru stongdar

bannari
Havnirnar í Havn eru stongdar
Einki ferðamannaskip kemur á havnir í Tórshavnar kommunu komandi tíðina
Havnirnar í Tórshavnar kommunu eru stongdar fyri ferðamannaskipum
 
12.03.2020 - 10:23

Næstu tíðina koma ongi ferðamannaskip á havnir í Tórshavnar kommunu. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Fyribils stendur avgerðin við í tvær vikur. Hoyrið samrøðuna her:

1357275

Hon veit ikki at siga, hvussu verður við Norrönu, tí Norröna er fevnd av landsins tilbúgving, so landið eigur ta avgerðina, sigur borgarstjórin.

Eitt ferðamannaskip, sum annars skuldi koma á Havnina fríggjadagin í næstu viku, hevur fingið boð um, at skipið ikki kann leggja at í Havn.

Inntøkurnar frá ferðamannaskipum, sum koma á Havnina, eru umleið fimm milliónir krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328