Váttað: Ongin fótbóltur næstu tvær vikurnar

bannari
Váttað: Ongin fótbóltur næstu tvær vikurnar
Nú hevur Fótbóltssamband Føroya tikið endaliga avgerð um at útseta alt dystarvirksemi næstu 14 dagarnar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2020 - 13:52

Í útvarpstíðindunum á middegi segði Christian Andreasen, FSF forseti, at ætlanin var at fylgja tilmælinum frá ÍSF um at steðga øllum ítróttaligum virksemi í fyribils tvær vikur.

Nú er endalig støða tikin, tí í tíðindaskrivi boðar FSF frá, at allir dystir í øllum deildum verða útsettir.

Eisini verða landsliðsvenjingar og -dystir av ongum hetta tíðarskeiðið, eins og venjaraskeið í sama tíðarskeiði verða útsett. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655