Starvsfólk í Klaksvíkar kommunu smittað

bannari
Starvsfólk í Klaksvíkar kommunu smittað
Talan er um eitt starvsfólk í Mylnuhúsinum. Starvsfólk og foreldur eru biðin um at vera við hús
 
13.03.2020 - 10:13

Klaksvíkar kommuna sigur soleiðis í tíðindaskrivi fyri løtu síðani:

Seint hóskvøldið fekk eitt av starvsfólkum kommununnar fráboðan frá Landslæknanum um, at viðkomandi varð blivin testað positiv við COVID-19 smittuni.

Talan er um eitt starvsfólk í Mylnuhúsinum, sum er ein av dagstovnum kommununnar. Viðkomandi hevur verið uttanlands, og var heima aftur mánadagin. Viðkomandi var til arbeiðis týsdagin, men hevur í síðani verið heima.

Viðkomandi dagstovnur søkti sær beinanvegin ráð frá serkunnleika landsins um, hvussu henda støða skuldi takklast.

Eftir tilmæli frá lækna hevur kommunan kunnað øll starvsfólk og foreldur á viðkomandi stovni um støðuna og hevur heitt á tey um at halda seg heima.

Frammanundan hesum hevði borgarstjórin - í tráð við tiltøkini, sum landsmyndugleikarnir settu í verk hósdagin - givið øllum starvsfólkum kommununnar boð, frá í dag, fríggjadagin, um í mest møguligan mun at arbeiða heimanífrá.  

Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda til tess at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.

- Kommunan tekur hetta í størsta álvara, og tí settu vit eisini 12 átøk í verk í gjár til tess at verja ímóti hesi smittu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

- Sum lokalur myndugleiki fylgja vit neyvt teimum ásetingum, sum landsmyndugleikarnir áseta, og vit fylgja gongdini tætt.

- Mint verður á, at borgarar kunnu seta spurningar, sum viðvíkja teimum átøkum, ið Klaksvíkar kommuna hevur tikið í samband við COVID-19, í boðklivanum á facebook síðu kommunnar, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493