Møti og jarðarferð á netinum

bannari
Møti og jarðarferð á netinum
Møti og jarðarferð kunnu nú síggjast og hoyrast á netinum
Nú er neyðugt at fara á møti og til jarðarferð á netinum
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
14.03.2020 - 10:06

Trúboðin fer nú at stroyma møti á síni heimasíðu.

Í Tabor á Toftum hava tey góðar royndir við at senda síni møti beinleiðis á netinum, og tí hevur Trúboðin gjørt avtalu við Tabor, sum hevur við sær, at møtini úr Tabor síggjast og hoyrast á trubodin.fo. 

Lurta eftir jarðarferð

Tilmælini um at avmarka, hvussu nógv fólk kunnu savnast, hevur eisini við sær, at til dømis jarðarferðir verða raktar.

Tað hava tey tikið til eftirtektar í Christianskirkjuni í Klaksvík, har tey stroyma beinleiðis frá jarðarferð klokkan 13 í dag.

Tað ber til hjá fólki at lurta eftir jarðarferðini beinleiðis, boðar Christianskirkjan frá. Leinkið til hesa tænastu finst her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040