Fólk sleppa ikki at leggja heilivág inn undir seg

bannari
Fólk sleppa ikki at leggja heilivág inn undir seg
Apoteksverkið í Føroyum hevur nú sett tiltøk í verk, so heilivágsgoymslurnar ikki verða tómar og heilivágurin uppi
 
15.03.2020 - 11:41

Hetta verður gjørt til tess at forða fyri, at goymslurnar hjá apotekinum verða tómar, so fólk ikki koma í ta støðu, at tey ikki fáa sín heilivág.

– Vit hava nokk av heilivági til øll, og eingin kemur at mangla sín heilivág í hesum døgum. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, við útvarpið.

Fáa bara til vanliga nýtslu

Viðskiftafólk hjá teimum fimm apotekunum í landinum sleppa tí bara í løtuni at keypa ta nøgdina av heilivági, sum svarar til vanligu nýtsluna hjá fólki.

– Um fólk fara at hamstra, verður heilivágurin uppi, goymslurnar verða tómar, og so kunnu vit koma í ta støðu, at tað verða fólk, ið ikki fáa sín heilivág, sigur Hjalti Gunnarstein.

Apoteksverkið í Føroyum fær heilivágin frá einum veitara í Danmark, og føroysku apotekini hava fingið trygd frá veitarunum fyri, at tey fáa allan heilivágin, tey hava bílagt.

Framleiða sprittið sjálvi

Hondsprittið, sum apotekini í Føroyum selja, verður framleitt í Havn, og har verður í løtuni arbeitt við at framleiða meira, so eftirspurningurin kann nøktast.

Tað kann kortini fara at verða trupult, at fáa hendur á fleiri plastfløskum, sum hondsprittið hjá apotekunum í Føroyum verður selt í.

Eysturoyar og Norðoya apotek heita tí nú á viðskiftafólk um, at goyma fløskurnar, so fyllast kann á tær aftur, um ein skipan við áfylling verður sett í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672