Svøríki og Noreg hjálpa eisini vinnulívinum

bannari
Svøríki og Noreg hjálpa eisini vinnulívinum
Svenskir og norskir myndugleikar hava kunngjørt eina hjálparætlan í morgun
Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðharri - høgrumegin á myndini - kunngjørdi hjálparpakkan á tíindafundi í morgun
 
16.03.2020 - 09:49

Bæði svenskir og norskir myndguleikar taka nú stg til at hjálpa vinnulívinum, sum er meint rakt av corona-kreppuni.

Svenska stjórnin hevur kunngjørt eina hjálparætlan fyri góðar 200 milliardir krónur í okkara peningi.

Starvsfólk verða tryggjað 90 prosent av lønini. Arbeiðsgevararnir lata 50 prosent og tað almenna restina, upplýsti Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðharri, á tíðindafundi í morgun.

Eisini norska stjórnin hevur kunngjørt eina hjálparætlan.

Starvsfólk, sum verða send til hús, hava rætt til fulla løn í 20 dagar. Arbeiðsgevararnir rinda løn fyrstu tveir dagarnar, og tað almenna veitir lønartrygd fyri næstu 18 dagarnar, skrivar NRK.

Í gjár kunngjørdi danska stjórnin eina hjálparætlan fyri vinnulívið.

Starvsfólk fáa endurgjald fyri 75 prosent av lønini, um teir verða sendir til hús. Hjá tímaløntum verður endurgjaldið 90 prosent av lønini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532