Útseta mvg og víðka dagpengalógina

bannari
Útseta mvg og víðka dagpengalógina
Her eru átøkini, sum landsstýrið ætlar at seta í verk
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, væntar, at gjaldførið hjá vinnuni verður styrkt einar 400 mió. kr. næstu mánaðirnar
 
16.03.2020 - 10:31

Til tess at bøta um gjaldførið hjá fyritøkum í hesum tíðum, verður avrokningin fyri meirvirðisgjald fyrsta ársfjórðing útsett til annan ársfjórðing. Á tann hátt verður gjaldførið hjá vinnuni styrkt einar 400 milliónir kr. næstu mánaðirnar.

Hetta er eitt av átøkunum, sum landsstýrið fer at seta í verk.

Dagpengalógin verður víðkað til eisini at fevna um løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru sett í sóttarhald, ella sjálvboðin eru farin í sóttarhald. Eftirgoldið verður tó ikki fyri starvsfólk, ið kunnu arbeiða heima við hús.

Landskassin ber kostnaðin av hesum átakinum.

Ískoyti og veðhald

Løntakarar kunnu fáa arbeiðsloyisstuðul sum eitt ískoyti, verður neyðugt hjá arbeiðsgevara at seta starvsfólk niður í tíð. ALS ber henda kostnaðin.

Eisini verður ein veðhaldsskipan fyri rakstrarfígging. Hetta er ein serlig ríkisgarantiskipan, sum tryggjar smáum og miðalstórum fyritøkum í ríkisfelagsskapinum nøktandi atgongd til rakstrarfígging.

Danski vakstrargrunnurin fíggjar hesa skipanina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595