Koyrandi í Sandoyartunlinum í desember 2023

Koyrandi í Sandoyartunlinum í desember 2023
Jørgen Niclasen hevur svarað einum fyrispurningi um ferðasambandið um Skopunarfjørð
Sandoyartnniln verður liðugur í desember í 2023
 
17.03.2020 - 11:26

Arbeiðið við Sandoyartunlinum gongur eftir ætlan, og nú er hálvur fjórði kilometur boraður.

Tunnilsfelagið væntar, at sprongt verður ígjøgnum seinast í 2021, og tunnilin letur upp fyri ferðslu í desember 2023.

Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi um siglingina um Skopunarfjørð.

Jørgen Niclasen sigur, at ferðaætlanin fyri Hasfjord er ikki løgd enn, men landsstýrismaðurin ætlar, at Teistin framvegis skal sigla kvøldtúrararnar.

Farmaferjan Hasfjord verður sett í sigling í næstum, og Strandferðslan arbeiðir við ymiskum uppskotum um, hvussu skipið kann verða partur av ferðaætlanini á leiðini.

Samskift verður við vinnufyritøkur um farmaflutningin. 

Jørgen Niclasen sigur, at rakstrarjáttanin hjá Strandferðsluni er fyri alt virksemi hjá stovninum, og er ikki markað til ávísar farleiðir, t.d. millum Gomlurætt, Sandoynna og Hest. Tað er samlaða játtanin, sum skal halda, sigur hann.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891