125 ferðafólk við Smyrli og fýra við Spógvanum

bannari
125 ferðafólk við Smyrli og fýra við Spógvanum
Strandferðslan avmarkar ferðafólkatalið við strandfaraskipunum
Smyril kann hava tilsamans 125 ferðafólk í salongum og á bildekkinum
 
18.03.2020 - 08:58

Strandferðslan tillagar nú ferðafólkatalið við strandfaraskipunum.

Hetta verður gjørt, eftir at myndugleikarnir hava tikið undir við tilmælinum frá farsóttarnevndini.

Umborð á Smyrli kunnu í mesta lagi verða 100 ferðafólk í salongunum, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling.

Teistin tekur 80 ferðafólk, Ternan 50, Sam kann hava 20 í salongini, og 25 ferðandi hava møguleika at verða í bilinum undir sigling.

Ritan tekur 35 ferðafólk, Sildberin 10 og Spógvin fýra ferðafólk.

Strandferðslan mælir fólki til at ferðast sum minst við almennu samferðsluni, og bara, um tað er alneyðugt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672