Álitini verða løgd fram kl. 16

bannari
Álitini verða løgd fram kl. 16
Alt tingið tekur undir við hjálparpakkanum, sum landsstýrið hevur lagt fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2020 - 14:26

Tingnevndirnar hava fingið hálvan annan tíma at skriva álit til tey fýra uppskotini í hjálparpakkanum, sum landsstýrið hevur lagt fram, í sambandi við koronakreppuna.

Orðaskiftið við 1. viðgerð vísti, at allir flokkar taka undir við uppskotunum.

Orðaskiftið var stutt, tí framsøgufólkini fingu bara tveir minuttir at halda røðu, og møguleiki var ikki at gera viðmerkingar til framsøgufólkini.

Eftir framsøgurøðurnar vórðu uppskotini beind í nevnd. Tær hava fingið hálvan annan tima skriva álit, tí tingfundur er settur at verða aftur klokkan 16, tá álitini skulu leggjast fram.

Ætlanin er at avgreiða hjálparpakkan í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576