Fyrsti koronusjúklingur vorðin frískur

bannari
Fyrsti koronusjúklingur vorðin frískur
Kaj Skipanes, sum helst varð smittaður í París í februar, er vorðin frískur aftur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2020 - 08:11

Fyrsti føroyingur, ið fekk staðfest koronuvirus, er nú staðfestur frískur aftur. Kaj Skipanes fekk sjúkueyðkenni 29. februar, eftir at hann varð komin aftur til Føroya úr París 24. februar. 

Hini trý í húskinum vórðu eisini kannað, og øll úrslitini vóru negativ. Hann og familjan hava verið avbyrgd heima við hús, og tey eru nú loyst úr sóttarhaldinum.

Onkur teirra hevur verið heima við hús, meðan onnur hava verið á Hotel Vágum. Eingin teirra hevur sjúkueyðkenni.

Landslæknin fór eisini beinanvegin at kanna nærri allar teir persónar, sum hann hevði verið í sambandi við. 18 fólk vóru sett í sóttarhald, og tey eru somuleiðis loyst úr sóttarhaldinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542