Næmingar á Heilsuskúlanum fingið arbeiðsboð

bannari
Næmingar á Heilsuskúlanum fingið arbeiðsboð
70 næmingar á Heilsuskúla Føroya eru bidnir um at hjálpa kommununum innan eldraøki
 
18.03.2020 - 07:22

Eldraøkini hava heitt á næmingar á Heilsuskúla Føroya um at taka vaktir, meðan tey eru heima og fáa fjarundirvísing. Tað upplýsir Heilsuskúli Føroya í skrivi. Undirvísingarstýrið hevur góðtikið áheitanina.

Heilsuskúlin hevur í løtuni 70 næmingar úr øllum landinum í skipanini. Hesir hava í dag fingið fyrispurning frá eldraøkinum í Tórshavn um at taka vaktir fyri at avlasta verandi skipanir. Onnur øki hava eisini víst á, at tørvur er á hesum.

– Fjarundirvísingin á Heilsuskúlanum verður í løtuni tillagað soleiðis, at hetta er gjørligt. Støðan verður tikin upp og eftirmett dagliga fyri at tryggja, at næmingarnir eisini fáa nøktandi læring í teirra útbúgvingum, stendur víðari í skrivinum.

Heilsuskúli Føroya heitir samstundis á tey, sum hava tørv á hjálp frá næmingum um at seta seg í samband við skúlan á teldupost: heilsuskulin@skulin.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339