Nógvar royndir fyribyrgja

bannari
Nógvar royndir fyribyrgja
Tað er eydnast at steðga útbreiðsluni av koronasmittuni í lítla, italska býnum, Vo, millum annað tí tey hava kannað allar íbúgvarnar fleiri ferðir
Í lítla italska býnum Vo er eydnast at steðga útbreiðsluni av virussinum, og nú verða eingir nýggir tilburðir staðfestir
 
18.03.2020 - 14:39

Í lítla, italska býnum Vo, sum var í miðdeplinum av evropeiska koronaútbrotinum, hevur tað eydnast at steðga útbreiðsluni av virussinum, og nú verða eingir nýggir tilburðir staðfestir, skrivar Financial Times.

Allir teir 3.300 íbúgvarnir í býnum nær Venezia eru kannaðir og endurkannaðir, sama um teir høvdu sjúkueyðkenni ella ikki.

Tey, ið høvdu verið í samband við smittað fólk, vórðu øll koyrd í sóttarhald.

Royndir og avbyrging rigga

Andrea Crisanti, ein smittuserfrøðingur við Imperial College í London, sum var partur av smittutálmanini í Vo, heitir á lond, sum hava avmarkað royndir av fólki - millum annað Bretland og USA - at økja um talið av royndum.

Væleydnaða avbyrgingin í Vo er eitt dømi um, at royndir og avbyrging av berarum, riggar.

Hesin hátturin er eisini hann, sum heimsheilsustovnurin, WHO, harliga viðmælir, skrivar Financial Times.

Boðskapurin frá WHO mánadagin var: Kannið, kannið, kannið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531