Umhugsa at fáa fosturforeldur við í lógina

Umhugsa at fáa fosturforeldur við í lógina
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur svarað fyrispurningi frá Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi um fosturforeldur og veitingar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2020 - 08:41

Samsýning, sum forsturforeldur fáa, er ikki við í lógini, sum javnar almannaveitingar. Lógin kom í gildi 1. januar í ár.

Men í Almannamálaráðnum verður umhugsað at fáa fosturforeldrini við í lógina, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna.

Hon hevur svarað Akseli V. Johannesen, løgtingsmanni, sum spurdi um samsýningina til fosturforeldur. 

Kunnu fáa sjey ferðir meira

Fosturforeldur fáa 120,06 kr. um samdøgrið. Men tey kunnu fáa sjey ferðir tað fyri pinkubørn og óvanliga trupul børn. 

Afturat samsýningini verða løgd gjald til Arbeiðsloysisskipanina, gjald til Barsilsgrunnin, gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, Samhaldsfasta, og bundna eftirlønargjaldið.

Í 2009 var samsýningin til fosturforeldur fyri hvørt barnið 112,52 kr. um samdøgrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860