ALS fær pengar aftur frá Trygdargrunninum

ALS fær pengar aftur frá Trygdargrunninum
Arbeiðsloysisskipanin rindar fiskimonnum, sum eru sendir í land, men ikki eru uppsagdir
ALS rindar, men fær peningin aftur frá Trygdargrunninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2020 - 10:47

Tað, sum ALS rindar fiskimonnum, sum koma í skipanina, tí teir eru sendir í land, men ikki uppsagdir, skal ALS fáa aftur frá Trygdargrunni fiskivinnunar.

Soleiðis skal tað skiljast, sum stendur í viðmerkingunum um lógina um tíðaravmarkaða covid-19 stuðulsskipani hjá ALS.

Undir yvirskriftini avleiðingar av lógini, stendur at, "av tí, at henda skipanin ger tað møguligt hjá fiskimonnum at fáa útgjald úr Arbeiðsloysisskipanini á sama hátt sum aðrir løntakarar, er avrátt, at Trygdargrunnur fiskivinnunar endurrindar Arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum standast av hesum partinum av kreppuátakinum."

Hetta merkir, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt lógina, at Trygdargrunnurin rindar ALS fyri fiskimenninar.

Kann ikki binda grunnin

Formaðurin í stýrinum hjá Trygdargrunninum, Alfred Petersen, sigur, at hann er kunnaður um hetta.

Men hann hevur ikki bundið grunnin til nakað, tí tað kann hann ikki gera einsamallur. Og stýrisfundur hevur ikki verið.

Málið er heldur ikki aktuelt beint nú, tí lógin um stuðulskipanina er galdandi til 30.juni í fyrsta umfari.

ALS sendir ikki Trygdargrunninum rokning fyrr enn lógin er farin úr gildi. 

Sambært roknskapinum fyri 2018, sum er tann nýggjasti, var eginognin hjá Trygdargrunninum góðar 130 mió, kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162