Fleiri fyribils semjur gjørdar

bannari
Fleiri fyribils semjur gjørdar
Undantaksstøðan, sum koronasmittan hevur komið Føroyum í, sæst eisini aftur í avtalum millum arbeiðsgevarar og fakfeløg
 
24.03.2020 - 09:43

Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt fyribils semjur við Hjálparfólkafelagið, Pedagogfelagið og Heilsurøktarafelagið um, at vaktirnar verða longri og fólk kunnu flyta millum deildir.

Semjurnar við heilsuhjálparafólk og heilsurøktarfólk eru galdandi til hálvan apríl. Tað er semjan millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum eisini. 

Fakfeløgini hava gjørt eina bráðfeingis avtalu um hvílitíð við Bruna- og arbeiðseftirlitið.

Kunnu gera frávik frá hvílireglum

Avtalan sigur, at arbeiðspláss so sum sjúkrahús, samdøgurstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um hvílitíð, sum siga, at hvílitíðin er minst 11 samanhangandi tímar.

Hvílitíðin skal tó í minsta lagi vera átta samanhangandi tímar. Eisini ber til víkja frá regluligum sunnudagsarbeiði og halgidagsarbeiði.

Sum endurgjald fyri mista frítíð orsakað av regluligum sunnudagsarbeiði, hava fólk seinni rætt til aðra samfelda frítíð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815