Landslæknin ikki í sóttarhald, tá hann kemur í dag

bannari
Landslæknin ikki í sóttarhald, tá hann kemur í dag
Vanligu reglurnar um sjálvboðið sóttarhald eru ikki galdandi fyri fólk, sum hava eitt lívsneyðugt starv at røkja
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.03.2020 - 12:40

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sum kemur til Føroya í dag úr Danmark, fer ikki í sóttarhald sum onnur, sum koma til Føroya.

Vanligu reglurnar um sjálvboðið sóttarhald eru ikki galdandi fyri fólk, sum hava eitt lívsneyðugt starv at røkja, so sum fólk, sum arbeiða í heilsuverkinum.

Tim Volmer Jensen, sum hevur verið virkandi landslækni, meðan Lars Fodgaard Møller er í Danmark, er heldur ikki í sóttarhaldi, meðan hann er í Føroyum.

Ikki havt samband við onnur enn familjuna

Lars Fodgaard Møller sigur, at neyðugt verður uttan iva hjá Styrelsen for patientsikkerhed at senda fólk til Føroya í framtíðini, og tey fara heldur ikki í sóttarhald.

Landslæknin sigur, at hann ikki hevur havt samband við onnur enn familjuna hjá sær, meðan hann hevur verið í Danmark.

Og sjálvandi fer hann at ansa eftir, nú hann seinni í dag verður aftur í Føroyum. Men talan verður ikki um sóttarhald, sigur hann.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751