Útgongubann í India: 1,3 milliardir fólk ikki út

bannari
Útgongubann í India: 1,3 milliardir fólk ikki út
Forsætisráðharrin í næstfólkaríkasta landinum í heiminum hevur lýst útgongubann at vera í tríggjar vikur
Fullkomið útgongubann verður nú sett í verk í India í tríggjar vikur
Mynd: AP  
 
24.03.2020 - 15:53

Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, sigur í eini sjónvarpsrøðu, at útgongubann nú verður sett í verk, til tess at forða fyri, at koronavirus breiðir seg, skrivar Ritzau.

Útgongubannið kemur í gildi á midnátt. Talan verður um eitt fullkomið útgongubann, har eingin sleppur at ferðast uttan fyri heimið hjá sær næstu tríggjar vikurnar.

Forsætisráðharrin í landinum hevur ávarað um, at landið verður sett 20 ár aftur í tíðina, um fólk ikki virða lýsta útgongubannið, skrivar DR.

Higartil eru 482 tilburðir við koronavirusinum staðfestir í India, og níggju fólk eru deyð. Tað búgva meira enn 1,3 milliardir fólk í India.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234